08b

Vit eru ein flokkur úr studentarskúlanum í Hoydølum, og í samband við, at vit hava havt evnisviku um veðurlagsbroytingar, hava vit gjørt hesa heimasíðu. Vit hava stovnað ein umhvørvisfelagsskap, ið eitur Stelkur, hvørs mál er at verja umhvørvið, djór og plantur í Føroyum.

Vit føroyingar reypa av okkara náttúru, men enn blaka vit rusk frá okkum og spilla umhvørvið. Av tí at vit dálka nattúruna, broytist veðurlagið kring heimin og ávirkar tí eisini Føroyar og tess íbúgvar, menniskju eins væl og fuglar og djór. Okkara endamál er at virka fyri einum reinari og betri umhvørvi.

 

Hví byrjaðu vit? 


Vit hava nú í eina viku arbeitt við verkætlanini um veðurlagsbroytingar. Tá ið vikan byrjaði, var allur flokkurin býttur upp í 3 bólkar við ymiskum uppgávum, har vit hava arbeitt við ymiskum evnum.

Tann fyrsti bólkurin hevur arbeitt við at finna ymiskar upplýsingar um hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka teir føroysku fuglarnar og planturnar. Tað gjørdu vit við at fara á Fiskirannsóknarstovuna og á Náttúrugripasavnið, fyri at fáa upplýsingar um fisk, djór og plantur í Føroyum. Men eisini skuldu vit finna útav hvørjum umhvørvis sáttmálum Føroyar hava tikið undir við, og hvørjar vit ikki hava tikið undir við og hví. Har vit tosaðu við Kára á Rógvi.


Tann næsti bólkurin hevur lagt serligan dent á hvussu plastikk ávirkar umhvørvið. Og hvussu nógv plastikk vit nýta um dagin, uttan at hugsa um tað. Tey hava tosað við ymisk fólk úti á gøtuni, um tey gera nakað fyri at verja umhvørvið, og eisini um hvat kann gerast betri. Tey hava verið á Argja skúla og spurt tey ymiskar spurningar, um teirra ”skrellskipan”. Og eisini verið á Kommunuskúlanum og havt eina framløgu, um hvussu nógv plastikk ávirkar okkum.

Tey hava tosa við Johan Dahl og eisini við Mikkjal Helmsdal, um skrellskipanina á studentaskúlanum. Tey hava gjørt filmar og eisini taskur við endamálinum um ikki at dálka náttúruna.


Tann triðji bólkurin hevur lagt serligan dent á tjóðargarðar, tey hava verið runt ymsa staðni í Føroyum og tikið myndir av økjum, sum kundu verið væl egnað til tjóðargarðar, og hava eisini tosað við Óla Breckmann um Tjóðargarðar í Føroyum. Ein uppgáva, sum flokkurin eisini hevði var at gera eina heimasíðu, og tað hava vit eisini megna at gjørt.