Fuglar

 

Ein stórur partur av fuglunum í Føroyum eru í vanda fyri at doyggja út, av tí at vit dálka ov nógv. Dálkingin gongur eisini út yvir onnur djór, so ávirkar tað føðiketuna hjá fuglunum, soleiðis at teir ikki fáa nóg nógva føði.

 

Ein onnur orðsøk er veðrið. Veðrið í Føroyum er broytt tey seinastu árini, tí tað er vorðið heitari í Føroyum. Og tað kunnu vit serliga leggja til merkis við at hyggja at tjaldrinum. Vit kenna tjaldrið fyri at vera ein flytifugl, men nú er tað vanligt, at vit síggja tjaldrið í Føroyum alt árið.

 

Aðrar orsøkir til at summir fuglar eru í neyð eru, at um veðrið verður ov heitt ella um tað verður ov kalt, klára summir fuglar ikki at liva her. Teir enda við at doyggja út ella flyta av landinum.

 

Rusk hevur stóra ávirkan á, at fuglurin er í vanda, tí at rusk er allastaðni. Man kann siga, at rusk er vorðin ein partur av føðiketuni hjá fuglinum. Tað er vorðið verri hjá fuglunum at vera her, tí at vit gera ov lítið fyri at steðga dálkingini av umhvørvinum, og tað er fuglurin og onnur djór, sum líða undir tí.

 

Ein onnur orsøk til, at fuglastovnurin í Føroyum minkar kann eisini vera tað, at hann fær ikki frið. Um vit hugsa um havfuglar sum liva í bergunum, so er mongdin av teimum minkað sera nógv seinastu árini, tí teir verða órógvaðir av óljóði frá bátum og ymiskum øðrum.

 

Fuglurin er sera umráðandi fyri okkum sum eitt land, tí hann er eitt av teimum djórunum, ið vit liva av. Um eingin fuglur er her í Føroyum, er stórur møguleiki fyri, at vit ikki fara at klára okkum.

 

Um hvør einstakur ger sítt til at verja umhvørvið, kann tað hjálpa okkum sjálvum eins og náttúruni, so lat okkum byrja nú, so at vit kunnu fáa eitt reint og ríkt nátturutilfeingi.

 

 

 

The Faroese Pony

(written by Caroline Krause)

 

The Faroese Pony is the pony breed of the Faroe Islands. The first settlers brought their horses to the Islands: the male horses were from Norway, the female horses more from the Celtic side. All in all the Faroese Pony is a near relative to the Icelandic Pony, too.

 

But the Faroese Pony  was and is still on the border to extinction. The people brought more and more Icelandic and Norway Ponies to the Faroese. And around 1962 were only 5 pure bred Faroese Ponies left: one stallion and four mares, a hopeless appearing situation. But there were people who wanted to save these ponies. They found the “Felagið Føroysk Ross”. In the last years the number of Faroese Ponies grew up to 60 horses. But there is not enough money and so the number of horses sank down to 45 again. They need new methods of breeding, to have a chance of letting the continued existence grow.

 

But what is so special about them? Why are there still people who want to rescue them, when Icelndic and Norway Ponies are much more popular?

I spoke with Anna Louisa Joensen, chairman of the “Felagið Føroysk Ross”. Her answer was very easy: “I think we are not allowed to let them die. The founder of the “Felagið” said once, that we don’t do it for us, we do it for our children and later generations.” I have the same opinion. When you are a friend of horses, then you are also a friend of the Faroese Pony. Who saw once one of these great ponies will forever fall in love with them.

 

But the problem is still, that there were some people who didn’t wanted the Faroese Pony anymore and so brought bad rumours under the people: The ponies are bad, they bite and kick and they are very dangerous.

That is really not the truth. I never met those sweet, nice and great ponies before. Also if they are with not much more then 130 centimetres, not the biggest horses, they can carry an adult without a problem. They can walk in the mountains and on very difficult ground, they get no problems. When you ask an Icelandic rider if the Faroese Pony can “tölt” and “pass” like the Icelandic horses, too, you will get the answer: ”No”. But that is not right. They can go the three normal walks and “Tölt” and “Pass”, too.

Another great thing about the Faroese Ponies: They become really old. A normal horse dies with around 20 years, sometimes a bit more, sometimes a bit less. But of the 45 Faroese Ponies are eight over 20 years old. That is mostly so with ponies which are not so very big and which live on islands. The ponies on the Faroese are very hard and have no problems with rain and storms.

I rode once one of them without saddle. Mostly I’m a bit sceptical when I ride a horse I don’t know. But with these horses I was not afraid of falling off or something like this.

 

So all in all it is very important to save the Faroese Pony from extinction. They are great ponies with a long history and we can’t let them die out.

 

 

 

 

Plantur

 

 

Vit hava nógv ymisk sløg av plantum í Føroyum, men tað eru fleiri ymiskar plantur, sum eru hóttar, orsaka av veðurlagsbroytingunum.

Føroya Náttúrugripasavn hevur gjørt ein reyðlista um hvørjar plantur eru hóttar, og hvørjar eru í vanda fyri at vera hóttar. Men tað, sum vit seta spurning við er, hví hesar planturnar eru hóttar. Og tað, sum er størsta orsøkin til at plantur doyggja út, er at veðrið broytist, og tað síggja vit bara við at hyggja eftir hvussu veðrið er broytt tey seinastu 10 árini. Tí nú er tað sera sjálvdan at vit síggja kava uppi í fjøllunum, í mun til hvussu tað var fyrr. Og tað kemst av tí, at vit hava fingið eitt subartiskt klima í fjøllunum, sum ger at har er vorðið heitari, enn tað var fyrr.

Tað eru ikki allar plantur sum eru hóttar í Føroyum, og tað er tí at allar plantur liva ikki líka væl undir heitum umstøðum, og tað eru tær planturnar sum eru við at doyggja út. Men av tí at tað verður heitari í Føroyum, so fáa vit eisini nógv ymisk nýggj sløg, sum kunnu liva í tí hitanum sum er her.

Ein onnur orsøk til at plantur doyggja, er moldin í Føroyum, tí hon er ikki so serliga góð. Tað eru eisini onkur sum vilja vera við, at vit fara at fáa meira regn til Føroyar, sum so eisini kann gera, at upp aftur onnur plantusløg fara at vaksa í Føroyum.

Vit eru ivaleyst nógv sum halda, at vit hava ov mikið av regni í Føroyum, men um vit ikki høvdu havt alt regnið, so hevði plantugróðurin verið nógv verri enn hann er, og so hevði ikki staðið væl til hjá okkum. Tí at vit hava brúk fyri plantunum, so at seyðurin, og øll hini djórini, sum vit liva av, kunnu fáa nokk av føði.

Statiónir hava eisini verið settar upp í fjøllunum, fyri at kanna plantuvøksturin í Føroyum. Og fyri at kanna hvussu planturnar hava tað í Føroyum. Vit eru meira ella minni farin frá at vera eitt natúrlandskap til at vera eitt kulturlandskap. Tí at tað er heilt vist, at tað er ikki bara nátúrligt at veðrið broytist upp á hendan mátan, tí tað veit man, við at hyggja aftur í tíðina, hvussu nógv tey dálkaðu tá, men eisini við at hyggja eftir hvussu nógv man dálkar í dag.

Fólk hildu bara at um man kastaði okkurt á sjógv, so var tað burtur, og man sá tað ongantíð aftur, men tað er nú einsðaferð soleiðis, at fólk, sum hava kanna havið, hava funnið tons av skrelli, sum ikki kann niðurbrótast, og hevur bara ligið í sjógvinum í nógv ár.

Náttúran hevur verið fylt við øllum møguligum frá menniskjunum í so nógv ár, so nú byrjar hon at ávirkast meira og meira av hesi dálking og tí henda ymisk óvanlig ting við veðrinum.

Fólk hava í seinastuni funnið útav at vit vera noydd til at gera okkurt fyri at veðurlagsbroytingar ikki blíva verri, men spurningurin er bara, um tað er so nógv annað, sum vit sum einstaklingar kunnu gera, uttan at ansa eftir, at vit ikki gera nógv annað enn at minka uppá dálkingina hjá okkum.