Plastposar
Tað er ikki ordiliga gingið upp fyri meginpartinum av menniskjunum í heiminum, hvussu vandamikið og skaðiligt plast í grunduni er.
Plast er eitt evni, sum náttúran ikki er før fyri at niðurbróta innan eitt stutt tíðarskeið, og tað ger tað so vandamikið, og av tí sama skaðar og dálkar plast nátturuna so nógv, sum tað ger.
Grundin til, at vit valdu at arbeiða við serliga plastposum og endurnýtslu av ruski, á skúlum í Tórshavn, var tí at vit halda at Føroyar er so langt aftanfyri øll onnur lond, tá ið tað kemur til at verja náttúruni.
Í fleiri londum runt í heiminum er tað strangliga bannað at nýta plastposar, og fleiri lond eru nú á veg við at innføra eina lóg, sum bannar nýtslu av plastposum.
Tað eru ikki nógvar skúlar í Tórshavnar kommunu sum hava eina endurnýtslu skipan, og í øllum øðrum norðanlondum er endunýtslu skipanir á skúlunum heilt vanligar, næstan heilt líka vanligt sum tað er hjá okkum at læra føroyskt.
At vit eru so skørp her á skúlanum við at geva næmingunum eina so fjøllmennandi útbúgving umfatar eisini at duga nøkur praktisk ting, eitt dømi er at skilja rusk, at vita at pappír skal ikki í ruskílætið, men í endurnýtsluna.
Nógv fólk leggja ikki serliga nógv í hetta; tey hugsa “eg geri ikki nakran mun!” Soleiðis er heilt skeivt at hugsa, tí hvør einstakur persónur ger mun.
At givið upp eitt roknistykki, tí at ein heldur seg ikki duga tað hóast alt, hevði ikki verið góðtikið her uppi í Hoydølum. So, hví ikki gera eitt sindur meira við at læra næminganir at virða náttúruna, og at læra tey at endurnýta pappír og annað?
Náttúrin er eitt tað vakrasta og besta vit eiga her í Føroyum, so hví fara vit soleiðis við henni, sum vit gera nú? Rusk flýtur runt í býnum og tað er ein stór skomm.
Ikki tí, skrellimennirnir og tey ið taka upp skrell her í býnum gera eitt stórt og gott arbeiði, men tað eru vit onnur ið skulu hugsa okkum meira um. Høvdu allir skúlar gjørt ein lítlan innsats við at upplýsa eitt sindur um, hvussu ein kann verja og virða náttúruna í føroyum, og heimi tók undir við hesum, hevði tað verið nógv betur. Og um heilt væl hevði staði til, so kundu handlarnir selt toyposar, ístaðin fyri at fólk fingu ein plastposa ókeypis, ella ein fyri 1 kr. frá handlunum, tí tey velja sjálvandi lættastu loysnina, sum er ókeypis plastposi.
Ein dag gongur tað upp fyri okkum at nú er tað ov seint, tí tá eru náttúran og ozonlagið heilt oyðiløgd. Tá er ov seint at irða seg. Tí er tað so umráðandi, at vit vakna nú, og gera okkurt við tað nú!