Náttúrugripasavnið
Vit fóru til náttúrgripasavnið við tí endamáli at fáa meira vitan um føroyska náttúru- og fuglatilfeingið. Har hittu vit Dorete Bloch Danielsen, ið er stovns- og deildarleiðari á staðnum. Hana spurdu vit um ymiskt í samband við fuglar og náttúru í Føroyum. Og av tí at høvuðusevnið í hesi evnisvikuni er veðurlagsbroytingar, løgdu vit serligan dent á hvørji árin hetta fyribrigdið hevur fyri ta føroysku nátturuna og hennara tilfeingi.
Sum øllum kunnugt er umhvørvisdálking størsta hóttanin ímóti náttúru-, plantu- og djóralívinum. Eisini er dálking ein av høvuðsorsøkunum til at jarðarhitin veksur líðandi, og hetta hevur sjálvandi síni árin á tann føroyska fuglin. Sjógvurin gerst alsamt heitari, og tað kann føra til, at ymisk fiskasløg nørast og veksa skjótari. Man veit um, at tann vanliga nebbasildin er vaksin sera skjótt seinastu áriri, og tað hevur stóra ávirkan á fuglalívið.
Tá fuglurin hevur vorpið, og pisurnar eru komnar undan, er sildin longu vorðin ov stór til teirra at eta. Tá pisurnar eru útkomnar, er tað sera týdningarmikið, at tær fáa nóg mikið av føði. Men um lítið av føði er at finna, doyggja tær sum oftast. Gamli fuglurin er soleiðis, at hann syrgir fyrst fyri sær sjálvum, og síðani koma pisurnar í aðru røð. Tað sigst, at ternan verður fyrst ávirkað av føðitroti. Hon fer ikki so langt eftir føði sum hinir fuglarnir, og fær ikki stoytt seg so djúpt.
Men sum áður sagt, er dálking ein sera stór hóttan fyri allan fugl. Serliga er tað olja, ið flýtur á sjónum, sum ger mest skaða. Tá fuglurin fær oljuna á tað annars vatntætta dúnið, klínir dúnið inn at kroppi hansara, og vatn sleppur til. Tá verður fuglurin so kaldur, at hann doyr. Eisini vanligt rusk kann ávirka fuglin nógv. Eitt nú finnur man nógv plastikk í maganum á havhesti og øðrum tílíkum fugli. Tað er hvørki gott fyri fugl, djór ella menniskja at liva í einum umhvøri, ið er so dálkað.
Fiskirannsóknarstovan
Vit hava verið á Fiskirannsóknarstovuni og tosa við starvsfólkið har. Vit spurdu tey um ymisk fyribrigdi við havinum og tí, ið har hoyrir til. Tosað varð mest um havstreymar og veðrið, og hvørji árin tað hevur á okkum.
Føroyar liggja í einum havøki, sum er hvørki heitt ella kalt (í meðal um 6-10 stig). Tað kemst av, at Golfstreymurin úr Meksikanska Golfinum rennur ígjøgnum oyggjarnar í Føroyum, og ger, at eingin ísur er her. Men havstreymarnir kunnu broyta kós, eisini Golfstreymurin, og um tað hendur, so minka hitastigini eini 10-15 stig.
Um vit hyggja at Norðsjónum, so er hann blivin heitari í seinastuni, og tað ger, at toskurin ikki kann verða har alt árið longur, men má flýggja til kaldari støð. Um sjógvurin rundan um okkum verður heitari, so koma nógv fremmand fiskasløg til Føroyar, men allur fiskurin, sum er um okkara leiðir nú, og sum livur best í kulda, flýggjar frá hitanum. T.d var sjógvurin í 2003 nógv heitari enn hann hevur verið í fleiri 100 ár. Toskurin er tað fiskaslagið sum føroyingar hava livað av í nógv ár, men í seinastuni er tað fiskaslagið skift út við upsan, tí at upsin hevur betri liviumstøður her, nú sjógvurin er hitnaður so nógv.
Tað er víst, at hitin veksur á allari klótuni, og tað hava ongantíð verið so ógvisligir stormar ymsastaðni sum júst nú. Men spurningurin er bara, hvar tað fer at blíva heitari, og hvar tað fer at blíva kaldari. Tí at tað kann henda, at veðrið verður heitari alla aðrastaðni á jørðini, men verður kaldari í Føroyum. Tað kann henda, um havstreymarnir skifta kós, og um Golfstreymurin skiftir kós, og ikki kemur inn yvir Føroyar longur, so er møguleiki fyri, at hitastigini minka eini 10-12 stig. Og tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri ta føroysku náttúruna.
Samrøða við Kára á Rógvi
Vit tosaðu við Kára um altjóða sáttmálar, ið Føroyar antin hava ella hava ikki tikið undir við.
Tann ’kendasti’ altjóða sáttmálin er óivað Kyoto sáttmálin, ið var samtyktur í 1997. Hesin sáttmálin fevnir um at skera niður á CO2 útlátið í heiminum. – Føroyar eru tó ikki við í hesum sáttmála, hóast vit, sum eitt lítið land, hava eitt relativt stórt CO2 útlát, av tí at fiskivinnan er so stór, og fyri at fáa eitt reint umhvørvi krevst, at vit minka um CO2 útlátið. Hetta kann náast við at seta krøv til vinnuna.
Tó eru nakrir sáttmálar, ið Føroyar hava tikið undir við. Eitt nú sáttmálin um Lívfrøðiligt Margfeldi, OSPAR sáttmálin, Ramsar sáttmálin, Bonn sáttmálin, Hvalaveiðusáttmálin og Helsingfors–sáttmálin.
Kortini verður alt ov lítið gjørt við hesar sáttmálar í Føroyum, sambært Kára á Rógvu. Orsøkin til hetta er manglandi áhugi og yvirlit í tí politisku skipanini í Føroyum.
Tá vit, sum eitt land, hava góðkent hesar sáttmálar, hava vit allan rætt til at útføra teir, men í núverandi støðu klára vit tað ikki reiðiliga. Tað er ikki nóg gott.
Men sambært Kára, hava vit allar heimildir til at klára tað. Tað er bara ein hugburðsbroyting, ið krevst.
Samrøða við Óla Breckmann
Heldur tú at tað er gott at gera Tjóðargarðar í Føroyum?
- Ja, tað haldið eg. Tað var nakað, man fyrr lat jarðaeigararnar gera, jú betri teir vóru fyri, jú meira kundu teir lata frá sær til friðarøki.
Hvat skal til fyri at gera ein tjóðargarð?
- Tað er ymiskt. Eg trúgvi man kann leggja ein tjóðargarð eftir landslag, fuglalív, plantulív ella ein kombinatión. Um tað skal til rekreatión, altso endurnýggjan so skal mangt til.
- Tað vantið eg ja. Hettar er nokkso typiskt eitt vælferðarmál. Jú ríkari eitt land er, jú størri møguleiki er fyri sovorðnum. Teir vøkru tjóðargarðarnar sært tú í ríkum londum, meðan í teimum fátæku verður vøksturin høgdur niður til brenni.
Hví eru tjóðargarðar ikki komnir longu nú?
- Tað hevur eitt lítið sindur at gera við Skovrøkt Landsins, og tað haldi eg altíð er spennandi, tí tað er eitt sindur fákunnugt. Vit eru so óroynd at ganga ímillum viðarvøkstur. Orsøkin, haldið eg, er at vit eru ofta so siðbundin. Vit hava verið eitt sindur for varin við hvat vit gera av nýggjum í jarðarbrúkinum. Tí vit hava ikki havt tað politiska mótið til at taka jørð frá jarðarbrúkinum til tjóðargarðar. Vit kundu kanska koma at klandrast við tey sum eiga jørðina, og kanska missa atkvøður.
Heldur tú at politikarnir gera ov lítið við hesum?
- Tað er møguligt. Eg veit at her í Føroyum er gjørt ov lítið. Men um nú vit specialisera okkum í jarðarbrúki, sum t.d. tey stóru bíligu jarðarbrúkslondini við veldigum umráðum og bíligari arbeiðsmegi, ella framkomnari tøkni, altso maskinur sum heystar skjótari, kundu tey lond har jarðarbrúki ikki er so frískt brúkt meira kreftir uppá at fríðka. Tað er væl tað sum vit royna at gera, eg meini, politiskt hava vit snakka meira um at fríðka hesi 20 árini enn vit hava gjørt nakrantíð fyrr. Tað er jú spildur nýtt at tú pyntar og røkir umhvørvið, altso nær umhvørvið, men tað er jú tað einasta rætta. Eg síggi jú nú, ímóti barnaárum mínum at áirnar, vøtnini og hagarnir eru blivnir væl flottari. Tað var ikki óvanligt at síggja plastikposar flúgva runt.
Hví heldur tú at Føroyingar skulu gera tjóðargarðar?
- Tað er okkara menniskjaliga skylda, móti tí staði vit eru fødd á. Vit hava skyldu til at gerða tað vit makta fyri at preservera hendan urtagarðin vit eru fødd til. Eg meini, onki er betri fyri sálina enn at síggja tað, ið er vakurt. Og eg trúgvi, at onki er betri fyri uppælingina av mentaðum menniskjum, enn at síggja hvussu væl vit hava røkta okkara egna urtagarð.