Vit hava valt at hava um tjóðargarðar, tí at tað er eitt ógvuliga áhugavert evni at hyggja nærri at.
Millum nógvar strendir, fjøll, vøtn og hagar hava vit valt hesi trý øki; Toftavatn, skelsandin á Hvítanesi og Hvannhaga, sum vit halda høvdu egna seg sera væl til tjóðargarðar.
Í samband við tjóðargarðar hava vit sett okkum sjálvi spurningar (sí arbeiðsætlan). Vit ætla at fáa politiskar meiningar um tjóðargarðar, almennar meinginar og samanbera við onnur lond. Vit hava verið og tikið myndir av hesum økjum, sum verður koyrt inn á heimasíðuna hjá flokkinum, 08b.
Arbeiðsætlan
Hví er tað umráðandi at varðveita tjóðargarðar?
Hvussu kann man varðveita teir?
Hvat gera politikarir fyri at varðveita tey?
Samanbering við onnur lond.
Samandráttur.
Um støðini
Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag heldur at Hvannahagi í Suðuroynni er besta plássið í Føroyum at skipa ein tjóðargarð, tí har eru viðurskiftini tey bestu sum hugsast kunnu.
Toftavatn er eisini eitt upplagt øki at skipa sum tjóðargarð. Vatnið liggur sentralt, hevur eitt serstakt plantu- og fuglalív og er eitt sjáldsama vakurt umráði í Føroyum. Fólk í bygdini hildu, at tað einasta rætta er at friða Toftavatn. Hetta hildu fólk grundað á orsøkirnar til ein tjóðargarð; so alt fær frið at liva og mennast uttan uppíblanding av mannahond. Hetta er eisini ein byrjanar ætlan at broyta verðurlags broytingarnar.
Fjøran á Hvítanesi er avgjørt eitt av teimum støðunum í Føroyum, ið eigur at verða fylgt væl við broytingunum í náttúruni. Umstøðurnar eru sermerktar, og har ið ólivnu umstøðurnar eru sermerktar, er tað ofta at sjáldsom djóra- og plantusløg eru. Ì víkini, har Hvítisandur er, er bæði møl, sandur og hella. Men serliga eyðkent fyri hesa fjøruna er smágrót við nógvum skejlabrotum í.
Broyting til tað betra
Økir við serligum fugla- og djóralívi eiga at verða skipað í tjóðargarðar, somuleiðis øki við serligum náttúrueyðkennum so sum sjáldsamir fossar, eyðkendar syllar og grótsløg í landslagnum. Upplagt er eisini at skipa fyri tjóðargørðum, har vatn, gjáir, fjøll við sjáldsomum og fjølbroyttum plantulívið er at finna. Hesir tjóðargarðar eiga at verða vardar fyri øllum menniskjaskaptum ágangi sum ferðslu, óljóði, dálking og tí, sum hugsast kann at órógva tað natúrliga djóra- og plantulívið í økinum, t.v.s. at alt húsdjórahald skal bannast í økinum, sum merkir at hvørki seyður, neyt, ross ella gæs hjá fólki hava atgongd til økið. Einastu atgongd til tílík øki eiga fólk, sum eru til gongu við tí treyt, at tey fara væl um, ikki dálka og ikki gera óneyðugan gang í økinum. Helst skulu ikki ov nógv fólk vitja slíkan tjóðargarð í senn, hetta fyri at órógva náttúruna, djór og fuglar sum minst, og altíð undir skipaðum viðurskiftum. Óli Breckmann heldur:"at tað er okkara menniskjaliga skylda, at vit føroyingar gera tjóðargarðar, móti tí staði vit eru fødd á. Vit hava skildu til at gera tað vit maktað, fyri at preservera hendan urtagarð, sum vit eru fødd í. Eg meini, einki er betri fyri sálina enn at síggja tað, ið vakurt er. Og eg trúgvi, at einki er betri fyri uppælingina av mentaðum menniskjum, enn at síggja hvussu væl vit hava røkta okkara egna urtagarð."
Øki í Føroyum, sum eru rímiliga ómerkt av mannahondum, kunnu vera skipaðar til slíkar garðar, har alt fær frið at liva og mennast uttan uppíblanding av mannahond. Òli :"Tað, at tjóðargaðar ikki longu eru komnir hevur eitt lítið sindur at gera við Skovrøkt Landsins, og tað haldi eg altíð er spennandi, tí tað er eitt sindur fákunnugt. Vit eru so óroynd at ganga ímillum viðarvøkstur. Orsøkin er tann, haldið eg, er at vit eru ofta so siðbundin. Vit hava verið eitt sindur for varin við hvat vit gera av nýggjum í jarðarbrúkinum. Tí vit hava ikki havt politiska orku til at taka jørð frá jarðarbrúkinum til tjóðargarðar. Vit kundu kanska koma at klandrast við tey sum eiga jørðina, og kanska missa atkvøður."
Slíkir vælskipaðir tjóðargarðar, kunnu í framtíðini gerast ein dýrgripur fyri Føroyar, bæði fyri okkara egnu eftirkomarar, men eisini fyri tey ferðafólk, sum í framtíðini fara at vitja oyggjarnar. Uppruna, óspilt, rein, friðarlig náttúra verður helst sjáldsom í framtíðini, har heimurin á allan hátt troytir náttúruna í botn.
At skipa slíkar tjóðargarðar skuldi verið ein sjálvsøgd uppgáva, eins og tað er skylda okkara, sum sita við ábyrgd í Føroyum, at hava ein virknan leiklut í arbeiðinum at verja og varðveita føroysku náttúruna, umhvørvi, fugla- og djóralív. Óli Breckmann sigur eisini:"Tað er møguligt at politikkarir arbeiða ov lítið við tjóðargørðum. Eg veit at her í Føroyum er gjørt ov lítið. Men um nú vit specialisera okkum í jarðarbrúki, sum t.d. tey stóru bíligu jarðarbrúkslondini við veldigum umráðum og bíligari arbeiðsmegi, ella framkomnari tøkni, altso maskinur sum heystar skjótt, kundu tey lond har jarðarbrúki ikki er so frískt brúkt meira kreftir uppá at fríðka. Tað er væl tað sum vit royna at gera, eg meini, politiskt hava vit snakka meira um at fríðka hesi 20 árini enn vit hava gjørt nakrantíð fyrr. Tað er jú spildur nýtt at tú pyntar og røkir umhvørvið, altso nær umhvørvið, men tað er jú tað einasta rætta. Eg síggi jú nú, ímóti barnaárum mínum at áirnar, vøtnini og hagarnir eru blivnir væl flottari. Tað var ikki óvanligt at síggja plastikposar flúgva runt."
Á sjónum kenna vit friða øki fyri allari fiskivinnu í ávísum tíðarskeiðum, fyri at verja fiskastovnarnar, og geva teimum frið at endurnýggja seg.
Tíðin er nú eisini komin til at vit á sama hátt friða økir á landi. Í øllum framkomnum londum í heiminum verða stig tikin til tess at verja náttúru og umhvørvi í landinum, og verður hetta millum annað framt við at skipa serligar tjóðarlundir, har øll náttúran og tað ríkidømi, hon rúmar, verða friðað.
Uttanlanda
Í øðrum londum er arbeiðið við at skipa tjóðargarðar, lagt til rættis í tøttum samstarvi ímillum land, kommunur, náttúru- og umhvørvisfelagsskapir, íbúgvar í økjunum og fakfólk av ymsum slagi við útbúgving innan eitt nú fuglafrøði, jarðfrøði og plantufrøði. Í Føroyum eigur man eisini at skipa hetta arbeiðið í einum breiðum høpi til tess at tryggja so gott og væl undirbygt tilfar sum gjørligt at taka støðu út frá, hvar tjóðargarðar skulu skipast, men eisini fyri at tryggja, at tjóðargarðar fáa undirtøku frá íbúgvunum kring øki.
Ymiskt er, hvussu frammarlaga londini hava raðfest náttúruna og tiltøk til tess at verja hana. Longu í 1928 skipaðu íslendingar sín fyrsta tjóðargarð, og hava teir í dag fýra slíkar. Danmark fekk sín fyrsta tjóðargarð í summar, tá Connie Hedegaard 29. juni útnevndi Thy, sum fyrsta tjóðargarð hjá Danmark, men eru seks onnur øki eisini upp á tal til at verða útnevnd til tjóðargarðar í Danmark, eftir eini lóg um tjóðargarðar, sum Fólkatingið samtykti í mai 2007.
Noreg hevur 36 tjóðargarðar, Svøríki hevur 28 og Finnland hevur 35 tjóðargarðar.
Samandráttur
Í hesu temaviku hava vit fingið nógv burturúr, vit hava koyrt runt í Føroyum og hugt eftir økjum, sum vit halda eru vælegnaðir tjóðargarðar. Vit hava tosa við almenningin um tjóðargarðar og so hava vit eisini fingið politiskar meiningar, hvat teir kunnu gera fyri tjóðargarðar o.s.fr..
Samanumtikið kann ein siga, at allir tjóðargarðar í Norðanlondum hava eitt felags endamál, sum gongur aftur, og er tað at menna, tryggja og varðveita eina fjølbroytta náttúru til okkum og eftirkomarar okkara.